Um okkum
FRAMSKYN er ein óheft føroysk tankasmiðja, sum arbeiðir fyri at styrkja vitanargrundarlagið undir búskaparligum og strategiskum avgerðum hjá vinnu, myndugleikum og øðrum, sum virka í samfelagnum.
Okkara leiklutur er at:
Veita óhefta vitan, grundað á dátur og fakliga greining
Savna leiðarar úr vinnu og politisku skipanini
Gera fløktar spurningar greiðari og skapa størri innlit í teimum
Styrkja grundarlagið undir almenna og politiska orðaskiftinum
Vit arbeiða tvørtur um fakøki og samstarva við fakfólk og stovnar fyri at seta saman verkætlanir og greiningar, sum eru viðkomandi og fakliga sterkar.
Ein óheftur stovnur
FRAMSKYN er stovnað sum ein óheftur not-for-profit føroyskur grunnur sambært føroyskari lóggávu.
Skipanin hjá FRAMSKYN skal tryggja trúvirði og fakligt sjálvstýri:
Óheft nevnd
Ikki-vinnurekandi endamál
Ársroknskapur og uttanhýsis grannskoðan
Arbeiðið er grundað á dátur, fakliga greining og uttan partapolitiskan binding
FRAMSKYN er óheft frá partapolitikki og einstøkum vinnuáhugamálum.
Fígging og samstarv
Vit eru í løtuni í gongd við at útvega fígging til FRAMSKYN.
Fíggingarleisturin byggir á verkætlanarfígging, longri samstarv við vinnu, myndugleikar og aðrar stovnar, umframt stakan stuðul frá privatum og almennum pørtum.
Um tú vilt hoyra meira um okkara verkætlanir, ella ert áhugað/ur í at fíggja ella samstarva við okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.