INNLIT TIL BETRI AVGERÐIR
FRAMSKYN veitir innlit, sum stuðlar teimum, ið taka avgerðir at menna mótstøðuførar, burðardyggar og rættvísar Føroyar.
Føroyski búskapurin er í eini tíð við grundleggjandi skipanarligum broytingum.
Varandi kappingarførið er í vaksandi mun treytað av, hvussu vinnan og politiska skipanin megna at handfara broytingar – geopolitiskar, búskaparligar, umhvørvisligar og sosialar, umframt tøkniligar.
Hetta fevnir m.a. um:
Økta altjóða óvissu og geopolitiskan spenning
Veðurlagsbroytingar og minking í lívmargfeldi
Broytingar í arbeiðsmarknaðinum og sosialum viðurskiftum
Vitlíki og aðrar tøkniligar broytingar
Tørvur er á meira vitan og greining av, hvussu hesar broytingar ávirka føroyskan búskap og vinnulív
Um okkum
FRAMSKYN er ein óheft tankasmiðja, sum arbeiðir fyri at styrkja vitanargrundarlagið undir búskaparligum og strategiskum avgerðum hjá vinnu, myndugleikum og øðrum, sum virka í samfelagnum.
Okkara leiklutur er at:
Veita óhefta vitan, grundað á dátur og fakliga greining
Savna leiðarar úr vinnu og politisku skipanini
Gera fløktar spurningar greiðari og skapa størri innlit í teimum
Styrkja grundarlagið undir almenna og politiska orðaskiftinum
FRAMSKYN er stovnað sum ein óheftur not-for-profit føroyskur grunnur sambært føroyskari lóggávu. Grunnurin varð stovnaður við stuðli frá Bakkafrost, Betri Banka og RJ AQUA.
Nevndin
Ana Elisenda Holden-Peters
Ana hevur 20 ára altjóða royndir innan burðardygga menning í vinnuni, herundir ferðavinnu, bankavinnu, handil og alivinnu. Seinastu árini hevur hon arbeitt við at økja um ávirkanina gjøgnum breitt samstarv millum ymisk áhugamál, sum hava vunnið viðurkenningar.
Stovnari og nevndarforfólk
Ata Maria Bærentsen
Ata er sakførari og hevur drúgvar royndir innan ráðgeving, nevndararbeiði og íverksetan. Hon arbeiðir við strategiskari menning, leiðslu og governance, við serligum denti á burðardygd í vinnuni.
Viðstovnari og nevndarlimur
Viðstovnari og nevndarlimurJohnny í Grótinum
Johnny er formaður í Búskaparráðnum og í nevndini fyri Landsbankan, og starvast sum programleiðari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er búskaparfrøðingur við víðfevndum leiðsluroyndum bæði úr privata og almenna geiranum.
Fígging og samstarv
Vit eru í løtuni í gongd við at útvega fígging til FRAMSKYN.
Fíggingarleisturin byggir á verkætlanarfígging, longri samstarv við vinnu, myndugleikar og aðrar stovnar, umframt stakan stuðul frá privatum og almennum pørtum.
Um tú vilt hoyra meira um okkara verkætlanir, ella ert áhugað/ur í at fíggja ella samstarva við okkum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.